Trollemmarnir enda í fútarættinum

Helgi Larsen og Jan Allan Müller hava vegna Injector Door stevnt trollemmavirkinum Rock í Vági fyri fútarættin, av tí teir meta, at teirra snið verður ólóglógliga brúkt av Rock

RÆTTARMÁL

 
 
Herfyri skrivaði Sosialurin, at stríðið um rættindini til at gera trollemmar harðnar alsamt.
Helgi Larsen, sum upprunaliga stovnaði lemmavirkið í Vági, hevur saman við Jan Allan Müller, ið gera Injector Door-lemmarnar, stevnt Hans J. Joensen, sum nú stendur á odda fyri lemmavirkinum Rock í Vági fyri fútarættin. Væntandi kemur sakin fyri rættin í seinast í augustmánaði.
Helgi Larsen metir, at Sea Bat-lemmarnir hjá Rock líkjast teimum hjá Injector ov nógv, og tí hava teir valt at fara í Fútarættin. Hann sigur eisini, advokaturin, sum upprunaliga tók sær av búnum av Injector International, ið fór á húsagang og sostatt misti síni rættindi, gav bæði tekningar og teldu, har lidnir og testaðir profilar lógu, til Sp/F Rock, og hetta kom fram undir eini rættarsak í fjør um teir reyðu shark-lemmarnar, ið Injector vann.
Sosialurin skilir, at Injector hevur vart sniðgevingina av teirra lemmum hjá Patent- og Varemærkestyrelsen, og hesir lemmar vórðu fyrstu ferð vístir fram á fiskivinnusstevnuni í Føroyum í mai í fjør undir navninum Stealth. Lemmar av hesum slagnum er eitt nú umborð á Jupiter.
Injector Door hevur stevnt Rock og krevur, at virkið í Vági steðgar sínari framleiðslu.
Helgi Larsen sigur við Sosialin, at Injector hevur valt heldur at verja sniðgevingina enn at søkja um patent, tí hetta verjir sniðið og ikki funktiónina.
 
Ósemja um sniðið
 
Og tað er júst knekkið í lemmunum, sum skilir partarnar.
Í lesarabrævi í Sosialinum 26.juli skrivar Hans J. Joensen, at <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Sea Bat (vinstrumegin) er samansett av 9 plátum, meðan Stealth (høgrumegin) hevur 12 plátur. Ongin pláta er eins á lemmunum báðum.
Báðir lemmarnir eru knekkaðir. Tað eru flestu flótitrolslemmar í dag. Hetta er bæði galdandi fyri flótitrolslemmar hjá Rock, Injector ApS, Thyborøn Skibssmedie í Danmark, Hampidjan í Íslandi, og Egersund Trål AS í Norra.
Eisini myndir av lemmunum vísa greitt munin - og her krevst sum so ikki, at ein er serfrøðingur fyri at síggja sjónliga munin á lemmunum báðum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tekningar og myndir vísa greitt, at talan er um tveir heilt ymiskar flótitrolslemmar. Trupult verður tí hjá Injector at gera endurgjaldskrav ímóti Rock í Vági, tá talan er um tveir ymiskar lemmar og tvey ymisk design.
Hesir lemmarnir hava fingið góð skotsmál frá m.ø. Sonny Johannesen, skipara á Ennibergi, ið brúkar SeaBat-lemmarnar.
Hinvegin metir Helgi Larsen, at hann var tann fyrsti, ið menti lemmar við slíkum knekki, og tí kann eingin annar brúka hetta sniðið, sama um knekkini verða gjørd størri ella minni.
Helgi Larsen sigur, at teir gjalda loypandi fyri verju av sniðgevingini, men at talan eru um stórar upphæddir.
Niðan fyri síggja vit myndir av teimum báðum lemmunum, sum stríðið er um, og sum fútarætturin skal taka støðu til. Vinstrumegin eru tekningarnar av Sea Bat-lemmunum hjá Rock, ið vil vera við, at talan ikki kann vera um líkleika við Stealth. Høgrumegin síggja vit Stealth lemmin saman við vanligum lemmum og Sea Bat-lemmum, og sum ivaleyst verður ein av próvgrundunum í rættinum.
 
 
 
MYNDATEKSTIR:
 
 
Tekning av Sea Bat-lemmunum vinstrumegin og Stealth-lemmunum høgrumegin. Sambært m.ø. hesi tekning metir Hans J. Joensen ikki, at lemmarnir kunnu samanberast
-- -- --
Tekning av vanligum lemmunum, Stealth og Sea Bat. Við hesi m.ø. tekning halda Helgi Larsen og Jan Allan Müller seg kunna vísa á, at talan er um sama snið, og teirra rættindi til sniðið eru brotin av Rock í Vági. Nú skal rætturin taka støðu til, um talan er um eftirgerð