Trolkamera til vernd av fiskastovnum

Rúni Petersen sigur, at trolkameraið, sum JT electric framleiðir, eisini er eitt týðandi amboð í strembanini eftir at gera fiskiveiði so skynsama sum yvirhøvur gjørligt

- Tað, sum er rættiliga áhugavert við trolkameranum og marknaðinum í USA, er, at kameraið bæði kann brúkast til at justera veiðireiðskap, soleiðis at hann roynist optimalur og mest møguligur fiskur kemur í trolið. Í aðrar mátar kann tólið eisini brúkast í arbeiðnum at menna skipanir við ymiskum skiljiristum, soleiðis at óynsktur fiskur fer útaftur, sigur Rúni Petersen.
Hann vísir á, at við allari nýgerð og menning av tøkni til veiðiliðið er neyðugt at hava neyvt samstarv við vinnuna og teir myndugleikar, sum varða av stovnsrøkt. Tað hevur JT Electric eisini havt, síðan fyritøkan fyri eini 5-6 árum síðan fór undir áhugaverdu verkætlanina við trolkameranum.

Viðskiftafelag
- Høvuðsorsøkin til, at vit hava luttikið á fiskivinnuframsýning í so fjarskotnum heimsparti sum Seattle, er, at vit hava eitt av okkara bestu viðskiftafeløgum har yviri, nevniliga American Seafood Company. Hetta felag hevur fleiri stórar verksmiðjutrolarar, og nøkur skip hjá hesum felag brúka okkara trolkamera, sum teir eru avbera væl nøgdir.
Rúni leggur aftrat, at samstarvið millum JT electric og fiskivinnufelagið í Seattle byrjaði, tá amerikumenn um norskt felag, sum seldi teimum trol, frættu um kameraið.

Stovnsrøkt
- Kring um allan heim verður nógv gjørt burtur úr at verja fiskastovnar, sum eru illa fyri – ella, sum mett verður ikki skulu troytast, tí teir eru grundarlagið undir øðrum stovnum og lívi í havinum annars.
Rúni Petersen sigur, at trolkameraið soleiðis eisini er eitt týðandi amboð í strembanini eftir at gera fiskiveiði so skynsama sum yvirhøvur gjørligt.
- Kameraið gevur soleiðis eina góða mynd av, hvussu ein skiljirist virkar í verki, og hvussu hon møguliga kann gerast enn betri, sigur hann.