Troling á Føroyabanka

Í hesum døgum hava okkara fjølmiðlar við barnsligum stoltleika kunngjørt, at tann stóri bankatorskurin, sum svimur á Føroyabanka, er onga aðrastaðni á jørðini! Stórtíðindi, sum tá ið vit vinna fótbóltsdyst aðrastaðni á jørðini.

 

Sum hálvvaksin fingu vit at vita, at toskurin í havinum um Føroyar er støðufastur. Í øldir var hann álitið hjá okkara forfedrum.

Í 1880-unum skrivaði annar abbi mín upp umleið 100 navngivin mið við ýti í Nólsoyarfirði og eystan fyri og sunnan fyri oynna. Hetta var spískamarið hjá havnarfólki og nólsoyingum. Stórur bankatoskur gjørdi reglulig rend inn í Nólsoyarfjørð. Hann kom ætlandi av Føroyabanka og øðrum bankum.

 

Hesin annars so fiskaríki Føroyabanki gjørdist so líðandi fiskafátækur orsakað av ránsveiðu við troli og gørnum. Fyri at bjarga toskastovninum og botninum á Føroyabanka undan glatan bannaði løgtingið fyri nøkrum árum síðani øllum fiskiskapi, líka mikið hvørjum, á Føroyabanka. Sjálvandi var tað fram um alt ránsveiðuna, løgtingið hugsaði um.

Í ár gav fikimálaráðið VØRN heimild at veita ávísum bátum loyvi at royna á Føroyabanka við snellu, snøri ella tráðu til 31. august 2014.

 

Í okkara almenna sjónvarpi sóu vit fyri nøkrum døgum síðani, at tað almenna skipið ”Magnus Heinason” trolaði inni á Føroyabanka. Vit fingu eisini at vita, at hetta hevði skipið, við fólki í almennari tænastu, gjørt regluliga eina tíð. Kanska nøkur ár?

Altso: Hóast totalfriðing fyri ránsveiðu verður regluliga trolað við lemmum og posum inni á umrødda banka!

Hendan ólógliga trolingin er kanska ikki fiskiskapur í vanligum týdningi. Hetta er gransking og, sum tað framgekk av sjónvarpssendingini á høgum vísindaligum støði. Tey, sum vóru á skerminum, vóru klødd i hvítt. At síggja til sum serlæknar á skurðstovu við pinsett og øðrum grannskingaramboðum í hendi.

Hetta eigur sjálvandi at verða tikið í stórum álvara, tí endamálið við slíkum vísindaligum kanningum er at vita, hvussu bankatoskinum veit við. Um hann kanska er sjúkur. Um stovnurin er í menning ella ikki. Um hann fær nóg mikið at eta. Um botnurin hevur fingið varandi mein av ránsveiðu ella ikki.

Hóast hetta rennur ein býttlingasøga okkum í hug: Seks molboarar kleyra inni á kornveltuni við bóndanum, ið eigur veltuna, sitandi á einum gomlum portri. Hesir sjey skulu reka ein einsamallan stork burtur úr veltuni, tí hann, storkurin, var ein hóttan móti tí, sum bóndin skuldi heysta.

 

Palleba og Marsanna – als ikki frøðingar ella vísindafólk – eru av teirri áskoðan, at royndartrolingin á Føroyabanka er ránsveiða í vanligum týdningi og má tessvegna halda uppat. Sjúklingurin – Føroyabanki – krevur avgjørdan frið og skynsama røkt!

Tað vísindaliga arbeiðið á umrødda banka við trollemmum og posum – hetta kann sammetast við søguna um molboararnar – má beinan vegin broytast til royndarveiðu við snellu, snøri ella tráðu. Kanningar á botninum skulu sjálvandi fremjast við skilagóðari handfaring.

Fiskurin og botnurin á Føroyabanka mugu fáa frið eins og aðrir sjúklingar.

Tey bæði, Palleba og Marsanna, halda eisini, at botnurin saktans kundi verið kannaður við súgving, mikrofotografering og øðrum framkomnum amboðum, sum tey halda seg ikki hava skil fyri.

Tey vóna sjálvandi, at Føroyabanki aftur verður sum í gomlum døgum, tá ið okkara forfedrar við ár í hond og snøri í bátinum á veg út á havmið sungu innantanna ”gev okkum í dag okkara dagliga breyð.” Hóast slíkir dreymar um farna tíð – kensluborið nostalgi – valla gerast veruleiki. Tað mugu tey tola.

 

Múgvandi í Japan og øðrum londum og matstovurnar í Føroyum kunnu vónandi, sum frá líður, borðreiða sjáldsama góðan føroyabankatosk,drigin við snellu, snøri ella tráðu: Deep-sea hand-catch in the North Atlantic Ocean.

Heri Mohr