Trolfiskur í páskavikuni

Fyrstu gulllaksalandingarnar í ár vóru á Toftum í síðstu viku, og hesa vikuna koma eisini nakrir partrolarar og trolbátar inn at landa

Vilmund Jacobsen

Partrolararnir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum, men fiskiskapurin er heldur vánaligur. Hesi skip koma inn at landa ein av fyrstu døgunum í hesi vikuni.
Trý partrolarapør fiska gulllaks, og í síðstu viku vóru fyrstu gulllaksalandingarnar á Toftum.
Fiskamarknaður Føroya sigur, at tríggir partrolarar fiska svartkalva og fáa eisini nakað av kongafiski og blálongu.
- Skipini eru nýliga farin út aftur, og tí er ikki greitt, nær tey koma inn aftur at landa, og vit vita heldur ikki, um tey koma inn fyri páskir.
Ein djúpvatnstrolari, sum frystir veiðina umborð, er eisini til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Ein annar trolari fiskar svartkalva og frystur umborð.
- Fýra trolbátar eru úti. Allir fiska norðan fyri og koma inn at landa í dag. Trolbátarnir fáa mest av toski og so nakað av hýsu, reyðsprøku og tungu, sigur Fiskamarknaður Føroya.