Í dag, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara tvey partrolarapør til fiskiskap. Annað parið kemur inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt parið kemur væntandi seinni í vikuni.
- Vit vænta, at fleiri pør fara til fiskiskap, nú veðrið batnar. Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er ikki góður. Onkur pør eru farin at fiska makrel.
Tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, men teir koma neyvan inn at landa fyrr enn síðst í næstu viku ella fyrst í aðru viku.
- Allir teir smáu trolbátarnir liggja við bryggju, men teir fara væntandi út aftur, tá veðrið batnar.
Lagt verður aftrat, at tvey skip fiska svartkalva við gørnum og annað skipið - og møguliga bæði - koma inn at landa síðst í næstu viku. Fiskiskapurin hjá garnaskipunum er brúkiligur.
Vit kunnu nevna, at garnaskipini hava verið trý í tali í vetur. Vesturland, sum herfyri brendi, var á havtaskuveiði við gørnum, tá eldur kom í skipið.