Trolfiskiskapurin broytist einki

Partrolararnir hava framvegis smáligan fiskiskap og sama er við garnaskipum, sum fiska svartkalva.

 

Flestu partrolarapør eru til fiskiskap, men upsafiskiskapurin roynist framvegis ikki. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eftir kongafiski vestanfyri. Hesin landar helst fyrst í næstu viku.

Fýra trolbátar eru eisini til fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av flatfiski. Væntandi landa allir miðskeiðis í vikuni.

Tvey garnaskip eru á svartkalvaveiði og koma inn at landa síðst í næstu viku. Tey hava vánaligan fiskiskap.

- Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap. Hetta skipið landar miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.