Á miðnátt 24. mai læt landleiðin upp, og tá sluppu teir smáu trolbátarnir, ið hava loyvi at fiska á landleiðini, inn á økið millum 6 og 12 fjórðingar at royna.
Norðlýsið vitjaði á havnalagnum í Klaksvík, har manningin á Fiskakletti so hugagóð lá á knæ og riggaði trolini til.
- Jógvan Petersen er skipari, og hann letur illa at várinum og seinna partinum av vetrinum. Veðrið hevur roynst vánaligt, sigur hann við Norðlýsið.
Hann vísir á, at hóast dagurin var 23. mai, tá teir riggaðu trolini til, noyddust menn kortini at bjálva seg rættiliga væl fyri veðrinum, tí tað kennist enn sum á hávetri.
In.fo kann leggja aftrat, at onkir túrar hava roynst hjá smáu trolbátunum í seinastuni, og eitt nú rundan um páskirnar, tá onkur øki lótu upp, fingu bátarnir einar tveir góðar túrar.
Tað er Norðlýsið, sum eigur viðheftu mynd.