Ein norskur trolbátur sakk seinnapartin í dag út fyri Hirtshals. Tað sigur Hirtshals Redningsstation í dag. Tveir mans vóru við bátinum, og teir vórðu báðir bjargaðir. Hendingin fór fram nakrar fjórðingar úr landi.
Trolbáturin var nýliga farin úr Hirtshals, tá teir sendu út neyðarkall. Ein bjargingartyrla og ein bjargingarbátur vórðu send út á knattastøðuna, men einar fimm minuttir, áðrenn hjálpin kom, sakk báturin.
Báðir norðmenninir vóru farnir í bjargingarbát, og teir vórðu tiknir upp í øllum góðum. Tá teir komu til lands, stóð sjúkrabilur fyri teimum og koyrdi teir kanningar á sjúkrahúsi.
- Teir vóru kaldir, men á lívi, sigur umborð fyri bjargingartænastuna í Hirtshals við nordjyske.dk. Lagt verður aftrat, at trolbáturin liggur nú við botnin á 25-30 metra dýpi.