Flestu partrolarapør eru til fiskiskap eftir upsa, men fiskiskapurin er fyri tað mesta smáligur. Hinvegin eru bara tveir djúpvatnstrolarar til fiskiskap, annar er á Føroyabanka.
Tað er helst Magnus Heinason hjá Havstovuni, sum í løtuni er á Bankanum, har teir gera heyst yvirlitstrolingar fyri at kanna støðuna á Føroyabanka.
Fýra trolbátar eru á landleiðini. Teir fáa tosk og flatfisk. Ein trolbátur er eisini norðan fyri og fiskar tosk og hýsu og eitt sindur av flatfiski.
- Trolbátarnir, sum fiska á landleiðini, landa allir mánadagin, tí nú er trolingin á landleiðini liðug fyri í ár, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Lagt verður aftrat, at trý garnaskip eru á ísfiski eftir svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku - annað skipið ísar, og hitt frystir.