Trolbátarnir ikki raktir

Trolbátarnir, sum eru limir í Felagnum Trolbátar, eru ikki limir í Føroya Reiðarafelag og eru tískil ikki raktir av verkbanninum. Tað er serliga heimaflotin, sum er raktur av verkbanninum hjá Føroya Reiðarafelag, nú eingin sáttmáli er millum reiðarar og manningarfeløg.

Men útróðrarflotin er ikki raktur, og tað eru teir, sum eru limir í Felagnum Trolbátar, heldur ikki.

Hvørki útróðrarflotin ella teir smærru trolbátarnir eru limir í Føroya Reiðarafelag.

Trolbátarnir, sum plaga at trola á landleiðini um sumrarnar, eru einir 9 í tali, og síðan eru onkrir bátar, sum eru eitt sindur størri.

At partrolarar, lemmatrolarar og línuskip liggja, nú verkbann er, kemur tó at merkjast ógvuliga væl, sum dagarnir ganga.

Á landingarmiðstøðunum kring landið verður nógv minni virksemi, og roknast kann við, at talan bara verður um onkrar einstakar útróðrarbátar og trolbátar, sum koma at leggja fiskin upp.

Í løtuni er streymurin harður, og tí kann ikki roknast við nøkrum útróðri, fyrr enn streymurin linkar, og líkindini verða til vildar.