Trolbáturin, Hansa Maria, landaði stívliga 36.000 pund í Leirvík í gjár. Teir royndu á landleiðini, og fiskasløgini vóru eitt nú tunga, reyðsprøka, havtaska og toskur.
Mánadagin landa væntandi eisini tveir trolbátar í Leirvík. Búgvin, sum fiskar á landleiðini, hevur eini 30.000 pund av umleið somu fiskasløgum, sum Hansa Maria hevði í gjár.
Jens Leon, sum ikki hevur loyvi á landleiðini, hevur henda túrin verið á Íslandsrygginum. Teir hava havt góðan fiskiskap, umleið 60.000 pund, og meginparturin er toskur.