Øll partrolarapør eru til fiskiskap, men fiskiskapurin eftir upsa er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Trý pør fiska gulllaks.
Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru tríggir djúpvatnstrolarar til fiskiskap. Ein kemur inn at landa í næstu viku, og hinir koma seinni.
- Trolbátarnir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk. Teir koma inn at landa miðskeiðis ella síðst í næstu viku.
Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska svartkalva. Annað skipið frystir fiskin umborð, hitt ísar. Eitt garnaskip fiskar havtasku.
Sagt verður, at garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap.