Trolari við 760 flóttafólkum

Ein trolari kom í kvøld til italsku oynna Lampedusa við umleið 760 flóttafólkum, sum eru flýdd undan bardøgunum í Libya. Reyði Krossur sigur, at flóttafólkini eru úr Nigeria, Pakistan, Bangladesh og Mali.

Sambært felagsskapinum vóru 62 kvinnur og 17 børn við. Ein av kvinnunum var við barn í nýggjunda mánað. Vatnið var farið, og hon átti á einum sjúkrahúsi á Lampedusa beint eftir, at hon var komin upp á land.

Italska sjónvarpið vísti myndir, sum sjóverjuskip høvdu tikið av trolaranum, og sum skilst fleyt hann tungt í sjónum. Á myndunum síggjast tey troyttu flóttafólkini samanstúgvað á dekkinum, skrivar Reuters.