Beint eftir middag mánadagin kom vaktarskipið Brimil á Havnina við einum hetlendskum trolara. Lítli botnfiskatrolarin, ið ber navnið Maranatha, varð tikin vestanfyri Føroyar.
Hann hevði ikki boðað frá, at hann var í føroyskum sjógvi. Løgreglan hevði enn ikki gjørt sínar avhoyringar mánadagin, tá blaðið fór til prentingar. Tí ber ikki til at siga, um aðrar skuldsetingar eisini verða tiknar upp.