Ein suðurkoreanskur trolari við 42 monnum umborð er sokkin nærhendis Antarktis. Nýsælendsku myndugleikarnir siga, at 20 av manningini eru bjargaðir á lívi, fimm eru funnir deyðir, og 17 eru ikki komnir afturíaftur.
Fleiri skip eru farin at leita eftir teimum 20 fiskimonnunum, og Ný Sæland hevur sent eitt hernaðarflogfar á leiðina at leita. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur kortini, at vónirnar um at finna menninar aftur á lívi eru smáar.
Sambært sjóverjuni í Ný Sælandi vóru átta menn úr Suðurkorea, átta úr Kina, ellivu úr Indonesia, ellivu úr Vietnam, tríggir úr Filipsoyggjunum og ein russari við trolaranum.