Tollarar í Kirkenes í Norðurnoregi løgdu í vikuni hald á góð 15 tons av kongakrabba, sum lógu fjald í lastini á einum russiskum trolara. Við verandi prísi høvdu russararnir fingið umleið 3,2 mió. norskar krónur fyri krabbarnar. Sambært blaðnum Nordlys er hetta fyrstu ferð, at norska tollvaldið hevur tikið eitt russiskt skip fyri at royna at smugla kongakrabba. Tað er greitt, at russiski trolarin hevði fiskað kongakrabbarnar í norskum sjógvi, og tað er eisini óvanligt, skrivar blaðið.










