Rætturin í Lofoten fríkendi í dag reiðaríið hjá norska verksmiðjutrolaranum Hekktind, sum var ákærdur fyri at hava blakað fisk útaftur á einum túri í Barentshavinum í 2010. Tað er eitt felag hjá ríkmanninum Kjelle Inge Røkke, sum eigur trolaran, og málið er tað mest umrødda av sínum slagi í Noregi nakrantíð.
Í málinum helt ákæruvaldið seg til eina filmsupptøku, sum bleiv løgd út á internetið í 2010, og sum skuldi vísa, at Hekktind koyrdi nógvan fisk aftur í havið. Reiðaríið helt uppá, at tað var ein fyrrverandi verksmiðjuformaður á trolaranum, sum hevði koyrt fiskin í havið og filmað tað fyri at hevna seg inn á reiðaríið og manningina. Tað var tí ikki skipið sum so ella reiðaríið, men ein einstakur maður, sum hevði framt brotið, og hesari frágreiðingini tók rætturin undir við.
Men dómararnir vóru ikki samdir. Minnilutin helt, at málið átti at føra til dóm og vísti á, at fleiri av manningini sóu, hvat fór fram, men at eingin royndi at steðga tí.
Tað er ikki greitt, um ákæruvaldið fer at royna málið í hægri rætti.










