Trolararnir sløðast ymsastaðni

Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, og skipini fáa lítið av hvítum fiski.

 

- Partrolararnir koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur, og skipini fáa lítið av hvítum fiski.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Tey vita eisini, at trý ísfiskapør eru á gulllaksaveiði.

 

Herfyri skiltist, at gulllaksaskipini hava havt góðan fiskiskap - í øllum førum í byrjanini av vertíðini.

 

Nú upsaveiðan ikki er nakað serlig, og lítið hvítur fiskur er uppi í veiðini hjá partrolarunum, er væntandi, at onkur fer at fiska svartkalva.

 

- Bert tveir djúpvatnstrolarar eru til fiskiskap, men væntandi fara fleiri út um vikuskiftið. Teir, sum eru úti, fiska mest upsa og nakað av hvítum fiski.

 

Lagt verður aftrat, at væntandi fer onkur djúpvatnstrolari á svartkalvaveiði, tá teir loysa aftur.

 

- Bara ein trolbátur er norðan fyri. Teir fáa mest av toski og hýsu. Aðrir trolbátar fara út, tá veðrið batnar, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.