Trolararnir landa gjøgnum alla vikuna

Fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur. Veiðan er mest upsi, sum er blandað við toski og longu.

- Okkurt par landar í morgin, og síðan koma onnur pør inn at landa, sum vikan gongur.

 

Tað veit Fiskamarknaður Føroya at siga. 

 

Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin hjá partrolarunum er smáligur. Veiðan er mest upsi, sum er blandað við toski og longu.

 

Trý partrolarapør eru á sleipistøð í løtuni.

 

- Fimm djúpvatnstrolarir eru til fiskiskap. Tveir teirra fiska svartkalva, men greitt er ikki, um nakar teirra landar hesa vikuna.

 

Tveir djúpvatnstrolarar frysta fiskin umborð.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at ein djúpvatnstrolari, sum er á ísfiskaveiði og fiskar svartkalva og kongafisk, kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni.

 

Fríggjadagin vóru tveir trolbátar til fiskiskap. Teir hava roynt ymsastaðni, og veiðan er helst blandað. Hesir báðir bátarnir koma væntandi inn at landa í vikuni.

 

At enda eru trý garnaskip til fiskiskap. Eitt skip frystir veiðina umborð.

 

- Eitt garnaskip landar í morgin, og eitt landar væntandi seinni í vikuni, sigur marknaðurin.