Øll partrolarapørini uttan tvey eru til fiskiskap í løtuni. Skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur.
Í løtuni er bara ein djúpvatnstrolari til fiskiskap. Teir fiska vestan fyri eftir kongafiski og koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja í løtuni.
- Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma inn at landa síðst í vikuni. Skipini hava smáligan fiskiskap. Eitt garnaskip fiskar havtasku og hevur brúkiligan fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at garnaskipið, sum fiskar havtasku, kemur inn at landa miðskeiðis í hesi vikuni.