Trolarar rigga til at fara á makrelveiði

Tvey pør koma inn at landa mánadagin, og fyrst í vikuni landar eisini onkur djúpvatnstrolari.

Partrolararnir hava framvegis brúkiligan fiskiskap. Teir, sum fiska upsa, royna á ymiskum leiðum kring Føroyar.

 

- Tvey pør koma inn at landa í morgin, og nøkur koma seinni í vikuni.

 

Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at trý pør framvegis eru á gulllaksaveiði, og onkrir partrolarar rigga til at fara á makrelveiði. 

 

- Tvey pør landa mánadagin, og nøkur pør koma inn at landa seinni í vikuni. 

 

Tveir djúpvatnstrolarar fiska svartkalva og koma inn at landa fyrst í vikuni. Onkrir djúpvatnstrolarar rigga eisini til at fara á makrelveiði.

 

- Flestu trolbátar fiska svartkalva og kongafisk. Í løtuni roynir eingin á landleiðini, tí landleiðin er nú stongd í tríggjar vikur, veit Fiskamarknaður Føroya at siga.