Í Grønlandi hevur sjóverjan tikið tveir trolarar fyri ymisk brot á veiðireglurnar Tað var sjóverjuskipið Tulugaq, sum kom fram á trolararnar Claudia og C. N. Olsen II.
Tað vísti seg, at hvørgin av trolarunum hevði skiljirist í trolinum, sjálvt um tað er krav, og harafturat vísti tað seg, at skiparin á Claudia hevði ikki skrivað upp, hvussu nógv var komið í lastina.
Skipararnir tóku ikki við sektaruppskoti frá sjóverjuni, og tí eru málini latin løgregluni í Nuuk, sigur grønlendska útvarpið.