Fiskivinna
Mánadagin keypti Fiskavirking í Saltangará upsan hjá partrolarunum, Smaragd og Safir. Báðir vóru fullir. Veiðan hjá skipunum vá eini 200.000-220.000 pund tilsamans. Av hesum var eini 170.000 pund upsi. Restin var hvítur fiskur.
Tá ið mánadagurin byrjaði, hevði Fiskavirking í Saltangará eini 80.000-90.000 pund niðurfyri frá vikuni fyri.
Jaspis og Ametyst landaðu nevniliga síðsta hósdag. Teir vóru aftur hesaferð fullir undir lúkurnar, eini 220.000 pund tilsamans. Meginparturin av veiðini var upsi, eini 180.000 pund, sum virkið í Saltangará keypti.
Skipini høvdu eisini nakað av hvítum fiski, sum onnur virki keyptu.
Í Saltangará siga tey seg hava nóg mikið av fiski fram til hósdagin.