- Seks pør fiska upsa. Restin liggur við bryggju ella fiskar makrel. Fiskiskapurin eftir upsa er framvegis smáligur.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at ein fiskar svartkalva og kemur inn at landa síðst í vikuni sum kemur. Tveir eru nýliga byrjaðir túr. Teir fiska upsa, men landa neyvan í vikuni sum kemur.
- Restin av djúpvatnstrolarunum liggja antin við bryggju ella fiska makrel, verður lagt aftrat.
Í gjár, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, lógu allir teir smáu trolbátarnir við bryggju.
- Onkur fer út aftur fyrst í næstu viku, tá veðrið batnar, og onkur riggar til at fara á makrelveiði, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.