Í dag, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, var bara eitt trolarapar til fiskiskap. Væntandi er tó, at onnur pør fara at loysa, nú veðurvánirnar eru batnaðar.
Men, tað eru ikki bara partrolarapørini, sum flestu liggja. Tað gera allir teir djúpvatnstrolararnir og teir smáu trolbátarnir eisini.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at eitt garnaskip hevur lagt og fer ikki út aftur fyri jól. Hini bæði skipini, sum eisini eru á garnaveiði, fara út aftur, nú veðrið er batnað.