Trol-og línufiskur í Miðvági

Tveir trolarar og ein línubátur høvdu landað í Miðvági, tá vit frættu higani fyrr í vikuni.

Vesturtúgvan var á Miðvági týsdagin við 100.000 pundum, og djúpvatnstrolarin, Vesturskin, var somuleiðis inni við 100.000 pundum. Meginparturin av veiðini hjá Vesturtúgvini var upsi, og Vesturskin hevði kongafisk og upsa.
Mikudagin kom línuskipið, Eysturoyingur, inn at landa. Teir hava 70.000 pund tilsamans, harav 40.000-50.000 pund er hýsa, sum Fiskavirking í Miðvági keypir. Restin av fiskinum fer til onnur virki.
Albert Ellefsen, virkisleiðari, sigur, at allur fiskurin hjá Vesturtúgvuni og Vesturskin eisini fór til onnur virki, so hesum fekk Fiskavirking í Miðvági heldur einki burtur úr.
? Men vit hava nóg mikið at gera sum er, sigur virkisleiðarin.