Trol-og garnafiskur í Saltangará

Beta í Saltangará hevur landað fleiri skip og bátar hesa vikuna Mánadagin vóru trolbátarnir Sigrun og Jens Leon við ávikavist 32.000 og 30.000 pundum. Størsti parturin av veiðini hjá teimum var hýsa og nakað av toski.

Týsdagin landaðu ísfiskatrolararnir Stelkur og Bakur umleið 360.000 pund, og í gjár vóru Heykur og Falkur inni við 240.000 pundum.

Á Landingarmiðstøðini væntaðu tey Rók og Lerk í dag, og teir hava helst eini 180.000-200.000 pund inni.

Øll veiðan hjá ísfiskatrolarunum er upsi, og sagt verður úr Saltagará, at fiskurin er heldur smærri í løtuni.

Eftir gýting er fiskurin verri í holdum, og hetta plagar undir vanligum umstøðum eisini at ávirka prísirnar, sum hava verið heldur lakari í seinastuni.

Ætlandi landa eisini garnaskipini Thor og Oknin í Saltangará í dag. Tey hava ávikavist 16.000 og 28.000 pund av svartkalva í part.