Tað hava verið fleiri 50 løgtingsfundir, síðani løgmaður í skundi bað um at fáa tríggjar milliónir krónur, so at tey neyðstøddu eftir flóðalduna í Indiska havinum kundu fáa hjálp sum skjótast.
Pengarnir vóru játtaðir av fíggjarnevndini sama dag, sum løgmaður bað um teir, men nú sjey mánaðir seinni er ikki eitt oyra av teimum trimum milliónunum brúkt.
Løgtingsmaðurin Kári P. Højgaard hevur tí sett løgmanni ein skrivligan fyrispurning í løgtinginum, har hann biður um eina frágreiðing um málið.
Hví er ein eykajáttan áljóðandi 3 mió. kr meira enn 7 mánaðar eftir umbønina ikki nýtt til endamálið, tá hendan varð fingin til vega við einum fíggjarnevndarskjali við teirri grundgeving, at málið hevur skund, spyr Kári P. Højgaard millum annað.
Fekk tríggjar milliónir
Tað var tann 5. januar í ár, at Jóannes Eidesgaard, løgmaður, bað fíggjarnevndina um at játta tríggjar milliónir krónur til átrokandi neyðhjálp. Pengarnir skuldu nýtast til at hjálpa í kreppuraktu økjunum í suður- og landsyningspartinum av Asia, eftir at hervilig flóðalda rakti strandalondini í Indiska havinum.
Málið hevur skund, og tað ikki er ráðiligt at bíða, til Løgtingið kemur saman aftur, segði løgmaður í umbønini.
Fíggjarnevndin helt eisini, at málið hevði skund, og játtaði sama dag pengarnar til neyðhjálpina.
Vil hava frágreiðing
Men nú meira enn sjey mánaðir og 50 løgtingsfundir seinni eru pengarnir framvegis ikki brúktir, og hetta hevur fingið løgtingsmannin Kára P. Højgaard at undrast.
Tað hava gingið søgur um, at nógv av tí lovaðu neyðhjálpini til tey kreppuraktu økini ongantíð kom fram. At Føroyar skuldu verða eitt av teimum londunum, sum lovaðu at senda neyðhjálp, men ikki gjørdu tað, tykist svárt at skilja, sigur hann.
Her má finnast ein sera góð frágreiðing og tí er tað, at eg sum fíggjarnevndarlimur seti hendan spurningin.
Jóannes Eidesgaard segði mánamorgunin, at hann fór at hyggja eftir málinum, og at hann ikki kundi siga nakað, fyrr enn hann hevði gjørt tað.
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá løgmanni áðrenn evstamark í gjár.