Troels Lund hevur álit á at Trump fer at virða ynski Grønlands

Danski verjumálaráðharrin sigur, at tú kanst ikki bara taka ein part av kongaríkinum, men tað hoyrir hann ikki Trump siga.

Donald Trump endurtók í røðu fyri kongressini í nátt, at hann vónar og trýr, at USA fær Grønland. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters

Evnið hevur verið lagt til viks í eina tíð. Men í nátt fekk amerikanski forsetin, Donald Trump, enn einaferð Grønland upp úr hattinum, tá hann tosaði fyri kongressini í Washington.

- Eg haldi, at vit fara at fáa tað (Grønland, red.). Á ein ella annan hátt fara vit at fáa tað, segði forsetin, sum áður hevur sagt, at hann ikki kundi nokta fyri at brúka hernaðarmegi fyri at fáa Grønland.

Danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen tekur róliga.

- Tað verður ikki soleiðis, at tú kanst taka ein part av kongaríkinum. Hetta siga vit sera greitt, tað fer ikki at henda.

- Men hvar Grønland vil flyta seg í mun til framtíðina, tað verður upp til grønlendingar sjálvar at gera av. Og eg haldi, at signalið hevur týdning at senda, sigur Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri við DR.

Ein fólkaatkvøða skuldi tá taka støðu til, um Grønland velur at vera verandi í Ríkisfelagsskapinum saman við Danmark og Føroyum, ella um grønlendingar vilja fara ein annan veg.

Troels Lund Poulsen vísir á, at Donald Trump úttrykti, at hann fer at virða grønlendingar.

- Um tú skalt síggja okkurt positivt í tí, sum Trump segði í nátt í røðu síni, so er tað eisini tað, hann úttrykkir. At hann hevur virðing fyri grønlendska fólkinum og teirra ynskjum, sigur verjumálaráðharrin.

Undir røðuni endurtók Donald Trump sínar boðskapir um, at USA hevur brúk fyri Grønlandi fyri tjóðar- og altjóða trygdina í arktiska økinum, har serliga Russland brynjar seg.

Undir røðuni vendi forsetin sær beinleiðis til grønlendska fólkið.

- Vit stuðla tykkara (grønlendskum, red.) ynski um at avgera tína egnu framtíð. Um tit velja tað, vilja vit fegin bjóða tær vælkomnum sum ein partur av USA.

- Vit taka okkum av tykkum, vit gera tykkum rík, og saman taka vit Grønland fram á leið, segði forsetin.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, ger eisini vart við, at Trump vísir virðing fyri ynskjunum hjá grønlendingum.

- Vit eru vitandi um, at vit hava felags áhugamál, Grønland, Danmark og USA, tá talan er um trygd í Arktis.

- Vit eru til reiðar at arbeiða saman við okkara amerikansku vinum fyri at røkka hesum. Men tað verður sjálvandi grundað tann veruleika, at vit hava danska kongaríkið, sigur uttanríkisráðharrin á tíðindafundi í Helsinki.

Her eru bæði hann og Troels Lund Poulsen í sambandi við, at donsku kongshjúnini vitja ríkisvitjanina í Finnlandi.

 

/Ritzau/

 

Donald Trump endurtók í røðu fyri kongressini í nátt, at hann vónar og trýr, at USA fær Grønland. - Mynd: Kevin Lamarque/Reuters