Í gjár, tollaksmessudag, andaðist Troels Kløvedal, danski høvundurin, ið er kendur fyri sínar mongu ferðir á heimshøvunum við Nordkaperen. Hann skrivaði um ferðir sínar, og gjørdi eisini sjónvarpssendingar.
Sonur Kløvedal, Mikkel Beha, sigur við danskar miðlar, at pápin doyði stillisliga, júst sum hann hevði hugsað sær tað, hóast sjúka kundi elvt til, at so fór ikki at verða.
Kløvedal visti at hvønn veg tað bar, tí hann hevði sjúkuna als.
Sjófarin og høvundurin gjørdist 75 ára gamal.
Troels Kløvedal, høvundur og ævintýrari, var føddur 2. Apríl 1943 í Keypmannahavn. Sum unglingi droymdi hann um at sigla heimshøvini. Dreymin gjørdi hann til veruleika, tá hann, saman við vinfólki, keypti seglbátin Nordkaperen í 1967. Tríggjar ferðir gjørdi Troels Kløvedal ferðir kring knøttin.
Sonurin, Mikkel Beha, hevur fylgt í kjalarvørri pápans, og er eisini kendur fyri sínar sjóferðir, ið eisini verða gjørdar til sjónvarpssendingar.
Áhugavert fyri føroyingar er kanska, at Beha, eftir at hava siglt nógv undir heitari himmalhválvum, nú hevur fingið sær hóskandi bát, og er á ævintýrferð á okkara leiðum, altso á norðaru hálvkúlu, men óvist er tó, um hann kemur til føroyskan bryggjukant.