Trivnaður í Klaksvík

Góði veljari

 

Eg eiti Petur Martin Hansen eg eri stjórnmálafrøðingur og arbeiði í Heilsutrygd í Klaksvík. Eg eri virkin innan ymisk frítíðarfeløg, og havi seinastu árini eitt nú havt ábyrgd fyri ungdómsarbeiðinum hjá KÍ.

 

Í hesi grein taki eg stutt afturíaftur lesarabrøv, sum eg hava skrivað fram til valið, við evnum sum eg haldi eru neyðugt at gera nakað við.

 

1: Umhvørvið í Klaksvík.

 

Fyri at skapa betri trivnað, so eiga vit at leggja enn størri dent á ruddingina av býnum. Vit eiga at hava eina viku, har rudding av kommununi er í miðdeplinum í enn størri mun enn í dag. Felagsskapir og einstaklingar kundu eisini søkt stuðul frá kommununi til at gera ymisk tiltøk/verkætlanir, sum hava við umhvørvið at gera, so vit áhaldandi verða mint á týdningin av at ansa eftir umhvørvinum.

 

2: Miðvís bygging av barnagørðum.

 

Teir fysisku karmarnir í barnagørðunum í Klaksvík eru sum heild ikki nøktandi. Vit eiga at skipa miðvísa bygging av barnagørðum heldur enn at finna “her og nú” loysnir. Eg haldi, at tað er líka týdningarmikið at raðfesta bygging av barnagørðum eins og bygging av skúlum.

 

3: Frítíðarfeløgini eiga at fáa betri karmar.   

 

Ein týdningarmikil partur í at skapa trivnað og nærdemokrati í okkara kommunu eru frítíðarfeløgini. Klaksvíkar Kommuna eigur at betra hølisviðurskiftini hjá frítíðarfeløgunum, tá hesi í nøkrum førum ikki eru nøktandi, sambært eldsálum í feløgunum.

 

4: Neyðugar ábøtur á ferðslutrygdina í Klaksvík.

 

Eitt nú haldi eg, at ferðsluviðurskiftini við Norðoya Sparikassa, oman Eið og Blákolluna ikki eru nøktandi. Eg havi fyrr víst á hesi viðurskifti, og eru onkrir batar framdir. Vit eiga øll at kenna okkum trygg í ferðsluni, og tað vil eg sjálvsagt virka fyri sum býráðslimur.

 

5: Bátahylurin í Borðoyarvík eigur at verða dagførdur.

 

Ein heildarætlan eigur at verða gjørd fyri bátahylin í Borðoyarvík, har lýstar verða hvørjar dagføringar eiga at verða gjørdar, og hvat annað virksemi annars skal vera á økinum.

 

Um tú tekur undir við valskránni hjá Javnaðarflokkinum og mínum hugsanum um m.a. omanfyrinevndu evni, so setur tú eitt x við meg til býráðsvalið 8. november 2016.

 

Petur Martin Hansen, valevni Javnaðarfloksins