Fakfeløg sluppu ikki á fund við trivnaðarnevndina

Í brævi til trivnaðarnevnd Løgtingsins gera Samverk og Føroya Handverkarafelag vart við sína ónøgd í sambandi við málið um tíðartreytaða pensión og eftirlønaraldur

Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Pætur Niclasen, formaður í Samverk, tá nýggjur tvey ára sáttmáli millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk varð undirskrivaður 8. apríl

Samverk og Føroya Handverkarafelag eru tvey fakfeløg, ið umboða ein stóran part av teimum føroysku løntakaranum, ið koma ungir á arbeiðsmarknaðin og sum taka sína yrkisútbúgving í Føroyum og eru virkinir á tí føroyaska arbeiðsmarknaðinum alt teirra virkna arbeiðslív. 

Hesi bæði fakfeløgini eru ikki biðin um at koma á fund við Trivnaðarnevndina um tíðartreyðtaða pensión, sjálvt um limir hjá hesum báðum fakfeløgum kanska eru tey starvsfólk, ið eru longst á arbeiðsmarknaðinum. Limirnir hjá hesum báðum fakfeløgun byrja at arbeiða á heilt ungum árum og halda áfram, so leingi sum orkan og heilsan loyvir tí. 

Tá hoyring var um at hækka eftirlønaraldurin vóru umboð fyri Samverk og Føroya Handverkarafelag heldur ikki biðin um at koma á fund, at kunna um teirra sjónarmið um eftirlønaraldurin.

Hví vil Trivnaðarnevndin ikki hoyra sjónarmiðini hjá Samverk og Føroya Handverkarafelag, um eftirlønaraldurin og tíðartreytaða pensión?

Samverk og Føroya Handverkarafelag hava sáttmálar, ið umleið 7.000 stavsfólk verða lønt eftir. Sjónarmiðini hjá hesum starvsfólkum verða tí ikki hoyrd av Trivnaðarnevndini í hesum málinum. Tað meta vit verða skeivt.

Tí vilja vit heita á Trivnaðarnevndina um eisini at geva hesum starvsfólkum møguleikan at verða hoyrd.

 

Kristoffur Laksá, samráðingarleiðari hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og Pætur Niclasen, formaður í Samverk, tá nýggjur tvey ára sáttmáli millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Samverk varð undirskrivaður 8. apríl