Tey duga at skipa fyri í Hvannasunds kommunu, og líkt er til, at hugflogið er stórt.
Leygardagin hin 11. mars verður spælidagur á skúlanum á Fossánesi, og tað er trivnaðarnevndin í Hvannasunds kommunu, sum skipar fyri.
Tiltakið, sum er ætlað børnum, foreldrum, ommum og abbum, verður í tímunum frá klokkan 14 til 17 henda dagin.
Møguleiki verður hjá børnunum at hoppa á tveimum hoppiborgum í høllini.
- Um veðrið er gott, ber eisini til at spæla uttanfyri á vøllinum, á spæliplássinum omanfyri skúlan - ella í garðinum í Imba.
Ongum nýtist at ganga svangur ella tystur hesar tímarnar, tí her verður kaffi, te, vatn og fruktir at fáa í kantinuni í skúlanum.
- Vit gleða okkum at síggja nógv børn saman við foreldrum, ommum og abbum, siga tey í trivnaðarnevndini í Hvannasunds kommunu.











