Almannaverkið vil loysa trupulleikan, sum leingi hevur verið í heimarøktini í Suðurstreymoy.
Hallur Thomsen, stjóri á Eldradeplinum, sigur, at ein sálarfrøðingur er settur at kanna trivnaðin í høvuðsstaðarøkinum.
Hetta arbeiði hevur verið í gongd í tríggjar vikur, og Hallur Thomsen, depilsstjóri væntar, at tað verður liðugt skjótt.
Áhaldandi ónøgd við skipanina av heimatænastuni í høvuðsstaðarøkinum hevur verið førd fram av avvarðandi og fakfeløgum, millum annað áhugafelagnum hjá teimum avvarðandi, TIGN og fakfeløgunum hjá heilsurøktarum og heilsuhjálparum.
Millum tey avvarðandi sakna tey upplæring, royndir og fakligheit hjá heimahjálparum.
- Vit hava sett eina trivnaðarkanning í verk, sum ein sálarfrøðingur stendur fyri, tí vit vilja gjarna hava greiðu á málinum nú, sigur Hallur Thomsen.
Leiðslan í Almannaverkinnum hevur fyrr spurt starvsfólkið um trivnaðin, men tá er ikki eydnast at fáa nakað svar. Tískil skal ein sálarfrøðingur gera kanningina á ein hátt, sum tryggjar, at fólk svara erliga um viðurskiftini, greiðir hann frá.










