Trivnaðurin er ómetaliga vánaligur um alt postverkið

- Á Postverki Føroya er motivatiónin ógvu­liga vánalig í løtuni. Tað er mis­stemningur, og trivn­aðurin liggur á einum lágum støði. Vit hava havt eina akkordskipan øll árini, sum hevur virk­að væl, men nú kenna vit tað, sum um vit verða dupultkekkaði, sigur Sunleiv Høj­gaard, formaður í Før­oya Postfelag

Í eina tíð hava tey, sum starv­ast á Frímerkjadeildini hjá Postverki Føroya, verið noydd at stempla, og seinni eru so stempulklokkur eisini komnar á høvuðsdeildini á Óðinshædd.
Hetta hevur eingin havt nakað ímóti.
Postboðini, sum arbeiða út frá Óðinshædd, hava verið undantikin hesi skipan, men frá 1. november er eisini álagt teimum at stempla. Hóast leiðslan sigur, at post­boðini ikki verða avroknaði eftir klokkuni, er nýggja skip­anin ikki fallin í góða jørð hjá limunum í Føroya Postfelag.
Eitt haft
Sunleiv Højgaard, sum er postmaður í Saltangará og formaður í Føroya Postfelag, sigur, at postboðini kenna stemplingina sum eitt haft um beinini.
- Vit hava havt eina ak­kord­skipan í mong, mong ár, og hendan skipan hevur virkað væl.
Hann sigur, at akkord­skip­anin hevur verið galdandi heilt aftur um tíðina, tá ið Postverk Føroya varð yvir­tikið.
- Akkordskipanin hevur verið ein gularót, har postfólk í stóran mun hava kunnað lagt sær arbeiðsdagin til rætt­is. Tey hava eitt nú brúkt tíð at skilja postin kvøldið fyri og eru soleiðis sloppin fyrr út fyrr um morgunin. Hetta hevur samstundis gjørt, at tey, sum fáa postin, hava fingið hann fyrr um dagin.
Sunleiv sigur, at akkord­skip­anin hevur verið prakti­serað soleiðis, at hon gongur yvir eina longri tíð - og við uppteljing yvir eina longri tíð. Á henda hátt hevur bor­ið til at roknað út, um arbeiðsdagurin hjá einum post­boði er passaligur, ov langur ella ov stuttur og um hús skulu leggjast aftrat ella takast burtur av.
Mistrivnaður
Hann vísir á, at hóast leiðsl­an sigur, at postboðini ikki verða avroknað eftir klokk­uni, hevur nýggja skipanin ført við sær, at motivatiónin er ógvuliga vánalig í løt­uni.
- Skipanin, har tú verður dupultkekkaður, hevur skapt misstemning, og trivnaðurin liggur á einum lágum støði.
Sunleiv sigur, at Postfelag Føroya hevur kannað eftir, um leiðslan hevur rætt til at seta hesa skipan í verk.
- Vit hava skilt, at tað hev­ur hon, men eg haldi ikki, at leiðslan hevur tikið hædd fyri tí misstemningi og mis­trivnaði, sum hetta hevur skapt millum limir okkara.
Hann leggur aftrat, at post­boðini hava havt eina skipan øll hesi ár, sum hev­ur virkað væl, men nú kenna tey tað, sum verða tey dupultkekkaði í sínum arbeiði.
Sáttmálin
Tað eru ikki bara postboðini, sum eru limir í Føroya Post­felag, men postfólk sum heild, og Sunleiv leggur ikki fingrarnar ímillum, tá ið hann sigur, at trivnaðurin á Postverki Føroya sum heild er ógvuliga vánaligur í løtuni.
- Líkt er til, at leiðslan gong­ur sáttmálanum ov nær á fleiri økjum, og hetta hevur elvt til, at trivnaðurin á postverkinum sum heild er ómetaliga vánaligur í løtuni, sigur formaðurin í Føroya Postfelag.
Hann vísir, at arbeiðs­hug­urin rættiliga hevur verið dal­andi seinastu tíðina.
- Tað eru fleiri orsøkir til hetta, men høvuðsorsøkin er, halda vit, at leiðslan gong­ur sáttmálanum ov nær og alt ov ofta hevur hug at leypa sáttmálan um, sigur Sun­leiv.    
Harmast
Hann sigur, at leiðslan hev­ur lovað bata, soleiðis at trivn­aður aftur kann fáast innan dyrnar á postverkinum, men hann fýlist á, at alt ov lítið ber á tað borðið.
- Vit halda heilt avgjørt, at nýggja skipanin, sum varð sett í verk 1. november, ger meira skaða enn gagn fyri stovnin, sigur Sunleiv Høj­gaard, sum annars harmast um gongdina og mistrivnaðin sum heild á sínum egna ar­beiðs­plássi.