Trivnaður við lítlari løn

Trivnaðarkanningin, sum Føroya Pedagogfelag hevur latið gjørt millum stavsfólk á dagstovnunum kring landið vísir, at starvsfólk sum heild eru nøgd við arbeiðið, men at lønin er ov lág.

Føroya Pedagogfelag kunngjørdi í morgun rúgvismikla kanning, sum er gjørd millum starvsfólk á dagstovnum kring landið, og har eru nakrar áhugaverdar niðurstøður.
- Fyri tað fyrsta vísir kanningin, at starvsfólk á dagstovnunum sum heild eru væl nøgd við arbeiðið, men hon vísir eisini, at lønin er alt ov lág, staðfestir Maud Wang Hansen, forkvinna í felagnum.
Serliga hjálparfólkini eru væl nøgd, men sami tendensur sæst eisini hjá pedagogunum.
Í hinum endanum dregur niður, at fólk yvirhøvur eru ónøgd við lønina.
- Fleiri enn 80% vísa á, at lønin er alt ov lág, og at arbeiðið er so strævið, at tey flestu arbeiða niðursetta tíð, sigur Maud W. Hansen.
Hetta eru pástandir, sum leingi hava verið at hoyrt, og tí hevur eisini ein áhugi verið í felagnum fyri, at fáa gjørt hesa kaningina fyri at staðfesta, hvussu starvsfólkini í felagnum trívast við sítt arbeiði.
- Vit vildu fáa kannað hesi viðurskifti, og tíverri vísa tølini, at tað, sum er komið okkum fyri oyra, eisini er veruleikin, sigur Maud Wang Hansen.

Ein staðfesting
Kanningin er rættiliga rúgvusmikil, yvir 80 síður. Av teimum 1117 spurdu starvsfólkunum, svaraðu 493, og tað svarar til 44%.
- Vit bíløgdu kanningina í september í fjør, og av tí at hon er so rúgvismikil, hevur tað eisini tikið gott ár at fáa gjørt kanningina, sigur Maud W. Hansen.
Kanningin vísir, at starvsfólk á dagstovnum í Havnini hava verið lutfalsliga undirmannað í at svara, men hetta metir Karin Jóhanna Knudsen – onnur av teimum, ið hava gjørt kanningina – komast av, at kanningin varð gjørd um somu tíð, sum Tórshavnar kommuna gjørdi sína nøgdsemiskanning.
Kanningin er farin fram á tann hátt, at spurnarbløð eru send út til øll starvsfólkini, og síðani er fylgt upp við at seta seg í samband við hvønn einstakan leiðara á dagstovnunum.
At úrslitið av kanningini verður lagt fram júst nú, meðan lønarsamráðingar fara fram millum Føroya Pedagogfelag og tað almenna, er ikki tilvitað sum so.
- Men tað gevur okkum eina grundgeving fyri teimum krøvum og ynskjum, ið vit hava, tá vit fara til samráðingar, sigur Maud W. Hansen.
Kanningin vísir jú, at talan er um veruleikan og ikki bara pástandir frá felagnum.

Góðar vónir
Forkvinnan í Føroya Pedagogfelag sigur, at lønin hjá limum felagsins er ógvuliga lág.
- Byrjunarlønin hjá pedagogunum liggur undir 23.000 krónur um mánaðin, og tað er fyri fulla tíð væl at merkja. Og hjá hjálparfólki liggur lønin beint omanfyri 18.000 krónur, so tað sigur seg sjálvt, at um pedagogar og hjálparfólk arbeiða niðursetta tíð, munar tað ikki tað heilt stóra í húsarhaldinum, sigur Maud Wang Hanasen.
Men hóast hetta, so hevur forkvinnan í Føroya Pedagogfelag kortini vónir um, at fáa rætta eitt sindur upp á lágu lønina í sattmála samráðingunum, ið nú eru.
- Eg eri rættiliga bjartskygd, og eg havi altíð vónina við mær til endan, og tí vænti eg, at samráðingarnar fara at ganga væl og enda við einum góðum úrsliti fyri øll. Vit umboða jú so stóran part av arbeiðsmarknaðinum, so tað hevði komið væl við nógvastaðni, sigur Maud Wang Hansen.
Tað eru Karin Jóhanna L. Knudsen og Martha H. Mýri frá Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning, ið hava gjørt kanningina fyri Føroya Pedagogfelag.