Trivnaður og vinnulív

   

Jógvan Arge
Valevni tjóðveldisfloksins
til Tórshavnar Býráð
???????????????????

Trivnaður og vinnulív eru tvær síður av somu søk.

Fyritreytin hjá einari kommunu at byggja upp góðar trivnaðarumstøður er, at hon hevur eitt virkið og framsøkið vinnulív, sum kastar av sær.

Tí er tað eisini natúrligur leiklutur hjá landsins størstu kommunu at vera virkin at skapa vinnumøguleikar í kommununi.

Í hesi ásannan seta vit í tjóðveldisflokkinum vinnuframa á breddan til hetta býráðsvalið.

Tað er ikki nóg mikið hjá kommununi at sita upp aftur á og játta útreiðslur burtur av skattapengunum. Hon má eisini gera sítt til at nøra um inntøkurnar.

Vit meina, at kommunan skal skipa seg soleiðis, at hon altíð hevur eitt vakið eygað við vinnumøguleikum, sum stinga seg upp.

Kommunan og vinnulívið eiga regluliga at hittast at viðgera framtíðarmøguleikar.

Kommunan eigur at leggja seg eftir at eggja monnum og feløgum til at fara undir nýtt virksemi og nýggjar vinnur.

Umráðandi er, at Tórshavnar Kommuna er við til at skapa fyritreytir fyri nýggjum vinnum gjøgnum t.d. gransking, vitanarmenning og útvegan av arbeiðsumstøðum.

Komandi býráð má ásanna, at kommunan má leggja seg eftir at hava virknan lut í menningini av vinnulívinum - uttan tó at leggja seg út í vinnulívsrakstur.

Í dag er tað ein stórur saknur, at landsins størsta kommuna ikki hevur eina stevnu og ei heldur fólk í starvi til tess at birta upp undir framstig, sum bæði gagna vinnuni og kommununi.

Hetta er ein nattúrligur partur hjá kommunum í okkara grannalondum og er ikki minni átroðkandi hjá okkum, sum vinnuliga standa á einum álvarsomum vegamóti.

Góðar trivnaðarumstøður draga vinnulív til sín, og jú betur vinnulívið hevur tað, tess betur trívist fólkið.

Hetta eiga vit eisini at hava í huga tann 9. november.

X við E.