Ein avgerandi liður í arbeiðinum at nøkta tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum er at skapa umstøður, sum starvsfólkið trívist í, og tí er ein virkin starvsfólkapolitikkur, ið setur trivnaðin í hásæti fyrsta stigið á leiðini sigur Jana Dalsgaard, forkvinna í felagnum fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, sum eisini raðfestir útbúgving og gransking sera høgt
Verandi forkvinna í Felagnum fyri Føroyskar Sjúkrarøktarfrøðingar, Jana H. Dalsgaard stillar upp aftur til formannsvalið hesuferð. Hon ásannar, at nógv av tíðini í farnu setu er farin við málum, ið alt ov leingi hava ligið á láni. Samstundis fegnast hon um, at hennara hjartamál, nýggja sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingin umsíðir gjørdist veruleiki og sær serliga fram til teir granskingarmøguleikar, útbúgvingin letur upp fyri.
Støðið hækkað
Jana er sannførd um, at nýggja Bachelorútbúgvingin, er eitt tað størsta framstigið innan sjúkrarøktarfakið í Føroyum í nýggjari tíð. Ikki bara tí tað teoretiska og tað praktiska støðið hækkar á vanligu útbúgvingini, men eisini tí hon nú gevur beinleiðis atgongd til víðari lestur á kandidat- og masterstigi.
Eitt av endamálunum við nýggju útbúgvingini er eisini at binda teori og praksis saman í størri mun, enn higartil hevur verið gjørt. Eisini er tað av alstórum týdningi, at tann granskingin, ið verður gjørd, verður partur av tí praktisku sjúkrarøktini. Hetta skapar eitt umhvørvi, har sjúkrarøktarfrøðingar alsamt verða stimbraðir til at at menna sína vitan og hava eyguni opin fyri nýggjum møguleikum innan teirra fakøki.
Tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum
Sum øllum kunnugt, er tørvurin á sjúkrarøktarfrøðingum ovurhonds stórur. Men tey fæstu geva sær far um tær avleiðingar, hetta álvarsmál hevur fyri gerandisdagin hjá fólki. Kanningar aðrastaðni vísa, at tørvur á sjúkrarøktarfrøðingum hevur við sær størri deyðiligheit, fleiri komplikatiónir, longri innlegging umframt at starvsfólkið mistrívist alsamt.
Ein avgerandi liður í arbeiðinum at nøkta tørvin á sjúkrarøktarfrøðingum er at skapa umstøður, sum starvsfólkið trívist í. Vit sóu, hvat hendi á B6 í 2001, og slíkt má ikki henda aftur, sigur Jana. Fyrsta stigið á leiðini at forða tí er ein virkin starvsfólkapolitikkur, ið setur trivnaðin í hásætið. Við at løna fólki samsvarandi við teirra ábyrgd og útbúgving, vísa vit teimum eisini størri virðing. Her eru hendar munandi ábøtur, og tað arbeiðið heldur fram í verandi sáttmálasamráðingum, samstundis sum dentur verður lagdur á meiri frítíð og styttri arbeiðsviku.
Samstarv
Jana ætlar at leggja nógva orku í Sygeplejernes Samarbejde i Norden, SSN.
Tað hevur ótrúliga stóran týdning at kunna læra av royndunum hjá øðrum og fáa íblástur aðrastaðni frá, sigur Jana. Samstarv við onnur lond er alneyðugt fyri allatíðina at hava fingurin á pulsinum, ikki minst í etiskum málum, har spurningarnir eru viðkvæmir og áskoðaninar ymiskar.
Skyldur
Sjálvt um arbeiðsuppgávurnar hjá sjúkrarøktarfrøðingum eru broyttar, eiga vit at minnast til at tær grundleggjandi fevna um 4 ábyrgdarøki: at fremja heilsu, at fyribyrgja sjúku, at endurskapa heilsu og at linna líðingum. Jana minnir á, at sjúkrarøktarfrøðingar hava skyldu til at nýta og betra sína vitan og dygdir innan hesi 4 øki, og at ein tílík skylda eisini fevnir um gransking.