Vælkomin til Vestmanna-dagar
Í døgunum 20. 22. juni 2013 verður á fyrsta sinni skipað fyri Vestmanna-døgum. Talan er um eitt trivnaðar- og mentanartiltak,
sum skal vera við til at styrkja um samanhaldið millum vestmenningar í øllum aldri. Hugni og góðar upplivingar verða í fremstu røð.
Vit hava sett eina fjølbroytta skrá saman, sum vónandi hevur nakað at bjóða øllum.
Nevnast kann málningaframsýning, fyrilestur, myndafrásagnir, tónleikaframførðslur,
Vit kundu havt fleiri onnur tiltøk eisini, men tey vera at bíða til næstu Vestmanna-dagar.
Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men vit hava møtt vælvild frá øllum, sum vit hava heitt á um hjálp. Takk fyri tað! Uttan tykkara hjalp og beinasemi hevði tiltakið ikki verið til veruleika.
Tað skal vera mín vón, at Vestmanna-dagarnir 2013 kunnu vera við til at økja um trivnaðin og samanhaldið í bygdini, og at teir gerast til eitt afturvendandi tiltak, ið okkara íbúgvarar gerast glaðir fyri.
Á Vestmanna døgunum verða eisini modelbáta- og modelbilaframsýning. Modelbilurin á myndini verður eisini við.