Trivnaður og arbeiðsgleði - fyri øll

Jóhanna Andreasen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen skipa fyri tveimum fyrilestrum undir heitinum ?trivnaður og arbeiðsgleði fyri øll? í januar. Fyrri fyrilesturin verður 9. januar kl. 19.30 á Margarinfabrikkini í Tórshavn og seinni fyrilesturin verður 10. januar kl. 19.30 í Húsið í Klaksvík.

 

Jóhanna og Bergtóra starvast báðar sum HR-mennarir í Eik, men tær skipa eisini fyri fyrilestrum og undirvísing sum hava við starvsfólkaviðurskifti og trivnað at gera.

 

Heitið á fyrilestrinum er: ?Trivnaður og arbeiðsgleði - fyri øll!?

Nøkur av evnunum, ið umrødd vera, eru:

 

? Trivnaður - trendur?

? Hvussu fær ein ymisku starvsfólkini at trívast?

? Rúmligi arbeiðsmarknaðurin - hví tað?

? Hugleiðingar um trivnaðarætlan innan almanna- og heilsuøkið

 

Báðum dámar teimum væl spurningar og kjak við áhoyrararnar, so høvið verður sjálvsagt eisini at seta spurningar.

 

Fyrilesturin er ókeypis og tekur umleið 2 tímar.