Trivnaður og arbeiðsgleði

Jóhanna Andreasen og Bergtóra Høgnadóttir Joensen skipa fyri tveimum fyrilestrum undi heitinum “trivnaður og arbeiðsgleði fyri øll” í januar

Fyrri fyrilesturin verður í annaðkvøld kl.19.30 á Margarinfabrikkini í Tórshavn. Seinni fyrilesturin verður hósdagin kl.19.30 í Virkishúsinum í Klaksvík . Jóhanna og Bergtóra starvast báðar sum HR-mennarir í Eik, men tær skipa eisini fyri fyrilestrum og undirvísing sum hava við starvsfólkaviðurskifti og trivna at gera. Høvi verður at seta spurningar og kjakast um evni.