Nám hevur sett Tóru Petersen, phd í sálarfrøði, í starv sum trivnaðarráðgevi í Námi.
Í november arbeiðir Tóra hálva tíð, men eftir 1. desember 2020 er Tóra tøk fulla tíð at ráðgeva skúlaleiðslum í menning av trivnaði í fólkaskúlanum, skrivar snar.fo.
Starvið er ein verkætlan, sum varir trý ár.
Økið er nýtt, men støðið í arbeiðinum og tænstuni hjá Tóru verður tikið í frágreiðingum og tilmælum í sambandi við kanning av happing í 2019.











