Nýggja trivnaðarnevndin hjá Tórshavnar býráð helt í morgun sín fyrsta fund, tá nevndin eisini varð skipað.
Nevndin hevur skipað seg við Bjørghild Djurhuus sum forkvinnu og Sigrún L. Mohr sum næstforkvinnu.
Hinir limirnir eru Annfinn Brekkstein, Marin Katrina Frýdal og Halla Samuelsen.










