Trivnaðarnevndin: logikkur á dumpistøði

Eitt tað fyrsta, ein lærur, tá ein lesur logikk, er aðalreglan um ongar mótsøgnir. Aðalreglan er grundleggjandi fyri klassiskan logikk, t.v.s. logisku skipanina, vit aloftast nýta í vanligari dagligdags próvførslu. Flest øll hava vit um ikki annað onkuntíð gjørt brúk av aðalregluni.

 

 “Nei, álvaratos! Nú mást tú geva mær eitt greitt svar. Antin var Mortan til staðar ella var hann ikki. Tað kann ikki vera bæði!”

 

Um tú nakrantíð hevur sagt nakað, ið líkist, hevur tú sjálv heitt á aðalregluna um ongar mótsøgnir. Aðalreglan sigur heilt einfalt, at beinleiðis mótsøgnir ikki passa; Mortan kann ikki bæði hava verið til staðar og fráverandi í senn; ein bóltur kann ikki bæði vera rundur og ikki rundur; tað passar ikki at Trivnaðarnevndin bæði hevur neyvt 7 limir og neyvt 8 limir o.s.fr.

 

Eg ivist í at aðalreglan um ongar mótsøgnir er nakað, heimspekingar, limir í Trivnaðarnevndini ella heilt vanlig 5 ára gomul í øllum álvara kunnu vera á ymsum máli um. Men hvussu ber tað so til, at ein minniluti í Trivnaðarnevndini letur til at vilja vraka hana?

 

Tá tað av fyrstum var skotið upp at broyta hjúnabandslógina til eisini at veita samkyndum javnrættindi, umfataði uppskotið at fólkakirkjan ikki slapp at signa borgarliga vígslu teirra samkyndu. Mett varð tó, at tað ikki kann vera rætt, at løgtingið skal kunna lóggeva inn um kirkjugátt. Persónliga skilji eg ikki, hví vit so hava eina fólkakirkju. Eg havi aldrin hoyrt um nakran annan almennan stovn, ið er undantikin krøvum frá tí almenna lógarverkinum. Um Fólkakirkjan ikki vil vera ein almennur stovnur kortini, hevði tað einasta rætta tí verið at sett í gildi fult trúarfrælsi í Føroyum við at skilja at kirkju og stjórn.

 

Men lat tað fara.

 

Tað er skeivt at lóggeva inn um kirkjugátt hvønn fólkakirkjan skal ella ikki skal signa. Lat okkum endiliga semjast um tað.

 

Parturin av uppskotinum, ið forbjóðaði fólkakirkjuni at signa samkyndum hjúnalagi, varð drigin aftur, men ivamál var enn um hvørt § 14 stk. 2 í hjúnabandslógini, ið gevur borgarliga giftum lógligan rætt til at krevja signing frá kirkjuni, eisini fór at forða Fólkakirkjuni í at nokta at signa samkynd hjúnaløg. Tí verður nú mælt til at strika § 14 stk. 2. Íðan so átti ikki at verið nakar trupulleiki meir, ella hvussu?

 

Jú, tí nú vil minnilutin í Trivnaðarnevndini - Hann hjálpi mær - vera við, at tað eisini er at lóggeva inn um kirkjugátt, um § 14 stk. 2 verður strikað. Tað ger inntiv í lógartryggjaða rættin hjá hinskyntum borgarliga vígdum pørum at krevja signing frá kirkjuni, sigur minnilutin.

 

Nei álvaratos! Nú er ovboðið! Ein bóltur kann ikki bæði vera rundur og ikki í senn!

 

Tað kann ikki passa, at vit lóggeva inn um kirkjugátt bæði við at lata § 14 stk. 2 standa og við at strika hana.

 

Um tað er skeivt at lóggeva um hvønn fólkakirkjan skal og ikki skal signa, so er logiska avleiðingin at § 14 stk. 2 skal strikast uttan mun til um hjúnabandslógin verður víðkað til eisini at fevna um samkynd. Logiska avleiðingin kann so aldrin vera, at samkynd ikki skulu hava javnrættindi, tí vit einaferð í fornum gjørdu nakað skeivt við at krevja av kirkjuni at hon skuldi signa hinskynd borgarliga vígd, og nú ikki kunnu lóggeva okkum út um kirkjugátt aftur uttan at samstundis lóggeva okkum inn um kirkjugátt.

 

Álvaratos, Trivnaðarnevndarminniluti! Nú mugu tit geva okkum eitt greitt svar. Antin er § 14 stk. 2 innanfyri kirkjugátt ella uttanfyri.

 

Tí tað kann ikki vera bæði!

 

Heini Reinert,
heimspekingur