Trivnaðarnevndin kluntraði í tí

Tí verður nýggjur flokkur stovnaður, sum skal gera kannabis lógligt í Føroyum.

Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, formaður í nýggja flokkinum, Framtakið fyri rættinum at velja kannabis, sigur, at flokkurin hevur fingið eini 250 undirskriftir higartil. 800 undirskriftir skulu til fyri at sleppa at stilla upp.

 

Høvuðsendamálið hjá flokkinum er at gera kannabisplantuna lógliga sum heilivág. Hallur Hjalgrímsson Djurhuus heldur lítið um avgerðina hjá løgtinginum at vraka uppskotið hjá Jenisi av Rana um at seta somu skipan í verk í Føroyum sum í Danmark, eina royndarskipan, sum loyvir læknum at útskriva kannabisheilivág til ávísar sjúklingar.

 

- Hetta er ein avleiðing av, at trivnaðarnevndin kluntraði í tí, soleiðis sum teir gjørdu, sigur hann. Hann heldur lítið um, at trivnaðarnevndin, júst eftir at hava vraka uppskotið hjá Jenisi av Rana, valdi at fara tað, sum hann kallar ein hyggetúr til New York, tí í USA er tað framvegis revsivert at hava kannbis á sær.

- Hvat teirra túrur til New York handlaði um, gleða vit okkum at hoyra um, sigur hann.

 

Komandi vikuskiftini, á Tórsfest og á ólavsøku, fara tey at savna undirskriftir og vóna at fáa tær neyðugu 800 undirskriftirnar.

- Hetta snýr seg fyrst og fremst um at fáa kannabis á dagsskrá til eitt komandi løgtingsval. Koma vit so inn, so taka vit tað harfrá. Skuldi vit komið inn á ting, so stendur tað tinglimum frítt at velja eftir egnari sannføring, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hall Hjalgrímsson Djurhuus í tíðindunum á FM 1 í gjár. Tíðindini á FM 1 eru hvønn gerandisdag klokkan 11, 12, 15, 16, 17 og 18.30.