Hesum kunnu vit sleppa burturúr við at gera eldrarøkt, barnaansing, bústaðarmøguleikar v.m. til ein RÆTT hjá øllum, sum ynskja tað.
Á sama hátt sum øll hava rætt til pláss í fólkaskúlanum, til sjúkraviðgerð og heimahjálp.
Júst við hesum í huga hevur Tjóðveldisflokkurin gjørt av at seta trivnaðarmálini ovast á politisku dagsskránna tey næstu fýra árini.
Uppgávurnar skulu loysast millum land og kommunur ? og arbeiðsmarknaðin.
Semjurnar skulu m.a. tryggja, at
1)akutti tørvurin á eldraøkinum verður nøktaður innan fýra ár
2)heimahjálpin verður víðkað við eini døgnhjálparskipan
3)barnsburðarfarloyvið verður longt til eitt ár
4)ansingartrygd verður veitt eftir barnsburðarfarloyvið
5)bústaðartørvurin og tørvurin á alternativum bústaðarmøguleikum verður nøktaður, og at
6)íbúðarviðurskiftini hjá fólki við serligum tørvi somuleiðis verða loyst.
Seinastu fýra árini hava vit skapt búskaparliga grundarlagið til at gera varandi loysnir fyri trivnaði og vælferð í Føroyum.
Ein verulig loysn á trivnaðarmálunum er samstundis fortreytin fyri framhaldandi vinnulívsmenning og búskaparvøkstri í Føroyum.










