Fuglafjarðar Kommuna hevur sett sær fyri at kanna, hvat tað er, ið skapar trivnaðin.
Ásannandi týdningin av trivnaði hevur Mentamálanevndin í Fuglafjarðar Kommunu avgjørt at skipa fyri einum tiltaki í Mentanarhúsinum, har trivnaðurin er ovast á breddanum. Hetta verður hóskvøldið 5. mai klokkan 19.
Spurningurin, sum verður viðgjørdur hendan dagin, er hvat trivnaður er og hvat hevur týdning fyri borgararnar fyri at hesi trívast. Dagurin verður skipaður við fyrilestri, skemti, tónleiki og virðisløn, umframt at borgarar í Fuglafjarðar Kommunu, sum møta upp hendan dagin, hava møguleika fyri at skipa seg í bólkar at kjakast um ymisk evni sum kunnu metast at hava týdning fyri trivnaðin hjá tí einstaka og familjum. Tey evni, sum her vera tengd at trivnaði, eru mentan, ferðsla, fríðkan, ungdómur, barnafamiljur, eldri fólk og Mentanarhúsið.
Hetta hóskvøldið í Mentanarhúsinum fer Sámal Matras Kristiansen at hugleiða um trivnað í lokalsamfelagnum, meðan Siloakórið, Vega, Elsa Sevdal og Jeanett Holm, nýggja prestaparið Anne Mette Greve Klemensen og Leif Hansen, umframt trumpetleikarin Rúni Hentze og Eyðun á Lakjuni standa fyri tónleikinum, meðan Heri Simonsen fer at undirhalda við skemti.
Aftaná bólkakjak, drekkamunn og framløgur verður ein virðisløn latin einum persóni, ið hevur stuðlað undir trivnaðin í Fuglafirði.