Tað er nýhugsan, tá sjóvarprestur, Símun P. Jacobsen, tók stig til ein trivnaðardag í kommununi.
- Talan er um ein almennan dag, har ikki bert strandingar, men øll fólk, sum hava áhuga fyri degnum og fyrilestrunum, eru vælkomin, sigur Símun P. Jacobsen.
Hann hevur sjálvur verið við í fyrireikingini, sum hevur verið ávegis seinastu tveir mánaðarnar, saman við borgarstjóranum, Arthur Johansen, og umsitingini hjá kommununi.
- Vit hava hildið fleiri fundir, og tað eru í høvuðsheitinum vit, sum hava fyrireikað dagin, men nú upp undir tiltakið eru sjálvandi nógv fólk við í tí praktiska í sambandi við tiltakið, sigur Símun P. Jacobsen.
Ætlanin við tiltakinum er ikki, at kommunan ella kirkjan skulu trína fram, men heldur at finna út av, um tað finnast nakrar eldsálir í kommununi. Og prestur kennir áhuga millum fólk.
- Nú kom skráin í hvørt hús mikudagin, og eg kenni, at fólk eru áhugað í tiltakinum. Nógv spyrja og nógv hava sagt seg vilja verða við í tiltakinum, og tá nú tiltakið kemur út í fjølmiðlunum, verður ein vaksandi áhugi, sigur Símun P. Jacobsen.
Afturmelding
Spurningurin verður so, hvat verður betri við trivnaðinum eftir at daguin er hildin.
- Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera positivt, at vit hava ein opinleika. Vit kunnu sita í smáum bólkum og halda ymiskt, men tað er ikki víst, at alt bygdarfólkið hevur somu meiningar. Við hesum degnum fáa vit kanska nøkur nýggj hugskot at arbeiða við, sigur Símun P. Jacobsen.
Hann heldur, at komast má burtur úr lítlu dunnuhyljunum, skal nakað spyrjast burtur úr.
- Ikki fyrr enn tá fáa vit nakað at arbeiða við og kunnu betra um trivnaðin, og eg eri rættiliga spentur upp á, hvat tað nakk verða, sigur Símun P. Jacobsen.
Endamálið við degnum er tí líka nógv, at fólk melda aftur til fyrireikararnar.
- Eg vóni, at fólk ikki halda seg aftur har, og vit ræðast ikki kritikk, bara talan er um konstruktivan kritikk. Vit eru jú grundleggjandi góð við familjuna, vit eru góð við kommununa og vit eru góð við kirkjuna, og vilja fegin varðveita tey góðu virðir, vit hava. Men vit vilja eisini kunna spyrja, um vit kunnu gera tað betri, og kunnu vit tað, haldi eg, at vit hava skyldu til tað, sigu Símun P. Jacobsen.
Dagurin byrjar við fyrilestrinum Trivnaður í familjuni klokkan 14 í bygdarhúsinum og aftaná verður kaffi og kjak. Hildið verður fram klokkan 16 við fyrilestrinum Trivnaður í kommununi, síðani aftur kjak, áðrenn ein døgurðabiti verður borðreiddur. Klokkan 18.30 verður so seinasti fyrilesturin sum ber heitið Trivnaður í kirkjuni við fylgjandi kjaki. Tað er Fróði Madsen, sum heldur allar tríggjar fyrilestrarnar og dagurin endar klokkan 20.