Trívist væl umborð á línuskipi

- Sandshavið er eitt gott og rúmligt línuskip. Tað hevur nógv at siga, at tú kanst standa stillur og arbeiða, uttan at skula halda tær í rulli alla tíðina.

Í januar verða tvey ár, síðan 41 ára gamli sandingurin, Suni Vatnsdal, fór umborð á línuskipið Sandshav, sum er heimahoyrandi á Sandi. 

 

Teir eru gjarna 14 mans við hvønn túrin, og gingið verður seks tímar vakt, og síðan er frívaktin eisini seks tímar. Hetta er ein skipan, sum manningini dámar væl, og tað kemur mest sum ikki fyri, at menn noyðast at bróta vakt.

 

- Ætlanin var at fara út aftur og gera ein stuttan túr aftrat fyri jól, men veðrið hevur verið so ólagaligt, at hetta nú verður av ongum. Skipið, sum nýliga hevur verið á beding til botnmáling og skiftan av zinkum, liggur klárt at loysa.

 

Hann væntar ikki, at Sandshavið loysir aftur fyrr enn fyrst í komandi ári.

 

Suni Vatnsdal, sum eisini hevur verið við øðrum línuskipum, eitt nú Havsøka og Eysturoyingi, heldur, at Sandshavið er eitt veldugt skip.

 

- Hetta er fyrrverandi Fugltúgvan, sum í sínari tíð varð long við seks metrum. Skrokkurin á Kvikki, sum er fyrrverandi Saturn III, er hin sami, sum skrokkurin á Sandshavinum, men Sandshavið er nakað longri.

 

Hann sigur, at Sandshavið hevur eitt stórt og arbeiðssligt dekk, umframt at skipið roynist ótrúliga væl í sjónum.

 

- Hetta ger, at tað eisini er arbeiðsligt umborð og ikki so møðssamt, sum tað annars hevði verið, um skipið rullaði illa. Eg haldi ikki, at tað er so likamliga strævið umborð. Tað hevur so nógv at siga, at tú kanst standa stillur og arbeiða, uttan at skula halda tær í rulli alla tíðina.

 

Suni sigur, at umborð á Sandshavinum eru fimm dekkarar á vakt í senn.

 

- Ein maður er í lastini, og fýra eru á dekkinum. Tveir mans eru í skúrinum, ein kryvur og ein stendur við rulluna. Er nógvur fiskur, fær maðurin, sum kryvur, hjálp. Vit skiftast alla tíðina um uppgávurnar, soleiðis at eingin stendur leingi á sama posti út í eitt.

 

Suni Vatnsdal letur væl at gongdini í ár og heldur, at Sandshavið liggur í betra endanum millum línuskipini.

 

- Jú, eg haldi, vit kunnu siga, at tað hevur gingið rímiliga væl í ár.

 

Umframt at royna undir Føroyum, var Sandshavið eisini ein túr á Flemish Kap, har teir fyltu skipið eftir umleið fimm samdøgrum.

 

Sandshavið var eisini eitt skifti í Íslandi, og her gjørdu teir nakrar túrar, áðrenn teir vendu skipinum henda vegin aftur.

 

- Vit gjørdu nakrar túrar í Íslandi uttan at koma heim ímillum, og vit landaðu veiðina sjálvir, leggur hann aftrat.

 

Suni Vatnsdal heldur, at hann hevur verið einar fýra túrar í landi í hesum árinum.

 

- Tað ber ikki til at vera við hvønn túr, tá tú hevur børn, sigur hann.

 

Í trý ár - árini 1993-1993 - var Suni við línuskipi úr Vestmannaoyggjunum í Íslandi, og hann heldur, at Vestmannoyggjarnar er eitt deiligt stað at vera í.

 

- Tá flakavirkið á Sandi læt upp í 1997 og fór at virka saltfisk, arbeiddi eg á virkinum øll árini, til virkið læt aftur.

 

Suni Vatnsdal trívist væl umborð á línuskipi og soleiðis, sum árini eru gingin, hevur hetta verið hansara lív í eini 15 ár tilsamans.

 

- Einastu ferð, eg havi verið til skips og ikki havi verið við línu, var tveir túrar, eg var við trolbátinum Norðleivi, sum beiggi mín tá førdi, sigur fryntligi sandingurin.