Góði stimin, sum TB hevur verið í seinastu vikurnar, heldur fram. Í dag hava tvøramenn vitjað á Svangaskarði, og tað hilnaðist væl. TB vann 3-0, eftir at hálvleiksstøðan hevði verið 1-0.
Einsamalla málið í 1. hálvleiki skoraði Óli Johannesen dygst undan steðginum, tá ið hann við høvdinum stýrdi bóltin framvið Alberg Gaardlykke, sum í dag vardi B68 málið.
Tá ið ein tími var farin, økti Oliver Abrahamsen um leiðsluna. B68 verjan royndi at fáa bóltin burtur, men tað miseydnaðist fullkomuliga. Bólturin fór til Oliver Abrahamsen, sum takkaði fyri tilboðið.
Tá ið tað restaði eitt korter staðfesti toppskjúttin í næstbestu deildini, Johan Eyvind R. Mouritsen, 3-0 TB sigurin.










